- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at høvuðsumvæla í Kirkjubø í 2026
Er tað upp til Tjóðsavnið, so verður garðurin í Kirkjubø høvuðsumvældur í 2026.
- Fyrireikingararbeiðið kann byrja næsta ár, tá arbeiðið við Stokkastovuni á Tinganesi er liðugt, sigur stjórin, sum heldur tað vera upplagt, at somu arbeiðsfólk og serfrøðingar, sum arbeiða í Stokkastovuni á Tinganesi í løtuni, síðan skulu taka sær av arbeiðnum í Kirkjubø.
Garðurin í Kirkjubø er friðaður, og tað er Tjóðsavnið, sum tekur sær av hesum bygninginum.
Talan verður helst um milliónaupphæddir, men júst hvussu nógv tað fer at kosta ber ikki til at siga enn, sigur Herleif Hammer.
Hin 24. september hoyrdu vit annars Jóannes Patursson, bónda í Kirkjubø, siga í Degi og viku, at tørvur var á ábøtum í stundini.