Spellerberg í føroyskari blusu: Tað verður sera torført ímóti Danmark

Spellerberg í føroyskari blusu: Tað verður sera torført ímóti Danmark
Føroyar fáa ein sera torføran dyst ímóti Danmark. Tað væntar fyrrverandi spælarin, Bo Spellerberg, sum nú er venjari hjá Pernille Brandenborg í København Hondbold
03.12.2024 - 14:30

Fyrrverandi spælarin á danska manslandsliðnum í hondbólti, Bo Spellerberg, fylgdi spentur við, tá Føroyar tryggjaðu sær javnleik ímóti Kroatia sunnudagin.

Tað gjørdi hann í føroyskari landsliðsblusu, sum hann hevur fingið frá Pernille Brandenborg. Hann er nevniliga venjari í København Håndbold, har liðskiparin hjá Føroyum spælir.

 - Hetta var ein av teimum mest spennandi og intensu dystunum, sum eg havi sæð. Góðskan var eitt sindur misjøvn, men tað var stuttligt at hyggja, segði Bo Spellerberg beint eftir dystin.

Hann rósti føroyska liðnum, men væntar kortini, at tað verður torført hjá Føroyum at gera nakað við Danmark.

 - Føroyar fáa nógv at gera. Eg vóni, at málverjaavrikið verður gott aftur, og at Danmark ger nakrar tekniskar villur, tí annars kann tað gerast sera torført hjá føroyingunum, sigur Bo Spellerberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334