Kvinnurnar vunnu valdið

Kvinnurnar vunnu valdið
Í Íslandi vunnu tríggjar floksforkvinnur Altingsvalið. Og Kristrún Frostadóttir, forkvinna í Samfylkingini, verður helst nýggjur forsætisráðharri
02.12.2024 - 19:48

Hóast líkindini vóru heldur vánalig, so var valluttøkan í Íslandi leygardagin oman fyri 80 prosent.

Og hetta var sanniliga eitt val, sum broytti nógv. Vinstrigrøni flokkurin, sum hevur sitið á ovastu rók í Íslandi seinastu sjey árini, bleiv beinleiðis rikin út í íslendska kuldan leygarkvøldið. Flokkurin misti øll síni átta umboð í Althinginum og er sostatt ikki við longur. Hetta er flokkurin, sum forsætisráðharrin frá 2017 til apríl í ár, Katrín Jakobsdóttir var forkvinna fyri, til hon stillaði upp til forsetavalið og tapti. 

Stóri vinnarin er Samfylkingin - sum er íslendski Javnaðarflokkurin. Hann hevði eina framgongd uppá knøpp 11 prosentstig og er nú størsti flokkur við 15 tingfólkum av teimum 63, sum manna íslendska tingið. Og tí er nógv sum bendir á, at tað verður forkvinnan í Samfylkingini, Kristrún Frostadóttir, ið verður nýggjur forsætisráðharri í Íslandi.

Sjálvstæðisflokkurin við Bjarni Benediktssyni, sum hevur verið forsætisráðharri síðani apríl í ár, gjørdist næststørstur á valinum leygardagin. Hann fekk 19,4 prosent av atkvøðunum og 14 tinglimir. Hetta er ein afturgongd uppá 5 prosentstig og tveir tinglimir. Sjálvstæðisflokkurin er ein borgarligur flokkur, og tí hevur tað vakt ans, at Vinstrigrøni flokkurin fór í samgongu við hendan flokkin eftir seinasta val. Og mett verður, at tað var júst hetta, ið gjørdi, at Vinstrigrøni flokkurin tapti valið hesaferð.

Hóast afturgongdina, so fegnaðust tey í Sjálvstæðisflokkinum, leygarkvøldið um úrslitið.

Roknað verður nú við, at tað verður Samfylkingin, ið fær leiðsluna í eium stjórnarsamstarvi við broytingarflokkin, Viðreisn, og Flokki fólksins.

Hesir flokkar hava tilsamans ein meiriluta uppá 36 av teimum 63 tingfólkunum í Altinginum. Verður hetta nýggja íslendska stjórnin, so er talan um eitt veruligt valdsskifti í Íslandi. Og tað er ikki óvanligt.

Verður hetta samgongan, so vera tað kvinnur, ið fara at stýra Íslandi næstu árini. Tí kvinnur standa á odda fyri øllum trimum flokkum, Samfylkingini, Viðreisn og Fólksins flokki.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693