Brynhild: - Vit blíva við at kempa

Brynhild: - Vit blíva við at kempa
Dysturin ímóti Danmark var harður upp á allar mátar, helt Brynhild Pálsdóttir. - Men vit blíva við at kempa, fjeppararnir blíva við at kempa, segði vongurin eftir EM-tapið
03.12.2024 - 19:25

EM-dysturin ímóti Danmark var harður upp á allar mátar, helt Brynhild Pálsdóttir.

Føroyar fingu eina fína byrjan og fylgdu dønum 10 teir fyrstu minuttirnar av dystinum. Tá fekk Brynja Høj reytt kort, og millum annað hetta hevði við sær, at Danmark fór undan.

Hálvleiksstøðan var 15-8, og fyrstu løtuna eftir steðgin sá ikki gott út. Danir øktu til 24-13, men so komu føroyingarnir í gongd aftur, og tá síðsta bríksl ljóðaði, vóru níggju mál á muni.

 - Vit blíva við at kempa, fjeppararnir blíva við at kempa, og vit innheinta tær væl í seinna hálvleiki, segði H71-vongurin.

 

Brynhild við góðum avriki

Føroysku vengurnir hava havt eitt misjavnt álops-EM, men Brynhild Pálsdóttir spældi ein góðan dyst ímóti dønum og skoraði fimm mál av høgra vongi.

 - Nú havi eg ikki spælt so øgiliga nógv, men tað hevur ikki gingið so væl hinar dystirnar. So í dag setti eg mær fyri, at eg skuldi bara hoppa inn, hava gott avsett og so bara hyggja at málverjanum, og tað sá út til at rigga í dag, segði Brynhild Pálsdóttir.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985