Skal finna nýggja staðseting til tjóðleikhúsið

Skal finna nýggja staðseting til tjóðleikhúsið
Ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja borgarstjóranum í Havn verður at finna nýggja staðseting til tjóðleikhúsið, sum hon annars sjálv vildi hava á Bursatanga
02.01.2025 - 19:25

28 ára gamla Elsa Berg er yngsti borgarstjórin nakrantíð í Tórshavnar kommunu. Hon hevði sín fyrsta arbeiðsdag í dag.

Fyrsta almenna uppgávan hennara var tó longu í gjár, nýggjársdag, tá ið hon helt røðu fyri Jónu Hammer, sum fylti 100 ár.

Nýggi borgarstjórin lovar opinleika og gjøgnumskygni í býráðsarbeiðinum.

Síðsta hond verður í løtuni løgd á samgonguskjalið hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Borgaralistanum.

 

Tjóðleikhúsið

Ein av fyrstu uppgávunum, sum Elsa Berg skal taka støðu til, er staðsetingin av Tjóðleikhúsinum. Á seinasta fundi hjá undanfarna býráði 12. desember samtykti býráðið, at kommunan skal finna aðra staðseting enn á Bursatanga. 

Elsa Berg atkvøddi ímóti ætlanini, men hon leggur tó dent á, at býráðssamtyktir skulu fylgjast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974