Í STUTTUM: Hetta lovar nýggi borgarstjórin í Havn

Í STUTTUM: Hetta lovar nýggi borgarstjórin í Havn
Fekst tú við, hvat Elsa Berg, borgarstjóri, og nýggi meirilutin í Tórshavnar býráði ætla at fremja í verki næstu fýra árini? Her er ein bótarmoli av tí, ið tey lova
Bárður Lydersen
08.01.2025 - 13:00

Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn var fullsett, tá nýggi borgarstjórin, Elsa Berg, vegna býráðsmeirilutan við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Borgaralistanum, legði fram samstarvsavtaluna, sum meirilutin fer at arbeiða eftir næstu fýra árini. 

Undir yvirskriftini "Ein rúmlig kommuna" greiddi Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, frá teimum ætlanum og raðfestingum, sum flokkarnir eru blivnir samdir um. 

Millum teir tættir, ið verða nevndir, er meira nærdemokrati, ein nýggjur skúli skal byggjast í Hoyvík, barnatalið í barnagørðum skal minkast, og at tað skal gerast lættari hjá fólki at seta búgv í høvuðsstaðarkommununi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221