Jóhanna Norðberg Niclasen: "Hetta lýsist ikki við orðum"

Jóhanna Norðberg Niclasen: "Hetta lýsist ikki við orðum"
Jóhanna Norðberg Niclasen, ið syngur undir navninum Sissal, var, sum vera mann, sera fegin um at hava vunnið donsku Eurovision-undankappingina Melodi Grand Prix
Ritzau / Scanpix
01.03.2025 - 22:13

"Áhoyrararnir vóru fantastiskir, og tað føldist eins og øll heppaðu upp á meg," segði Jóhanna Norðberg Niclasen, tá Eyðfinn Jensen hitti hana beint eftir, at hon hevði vunnið danska Melodi Grand Prix. 

Sigurin tryggjar Jóhonnu, ið framførir undir navninum Sissal (hon er doypt Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen), luttøku í Eurovision, sum verður í Sveis í mai. 

 

Vann við einum stigi

Vinnarin av danska Melodi Grand Prix 2025 varð funnin við at samantvinna atkvøðurnar frá hyggjarunum og einari dómsnevnd.

Hyggjararnir atkvøddu umvegis smsboð og Melodi Grand Prix-appina, og dómsnevnd var samansett av 20 donskum og aljtóða Eurovision-fjepparum. 

Úrslitið gjørdist: 

 

  • Sissal – 'Hallucination' fekk samanlagt 38 stig (18 hyggjarastig, 20 dómsnevndarstig)
  • Tim Schou – 'Proud' fekk samanlagt 37 stig (23 hyggjarastig, 14 dómsnevndarstig)
  • Adel the Second – 'The Unluckiest Boy live' fekk samanlagt 25 stig (9 hyggjarastig, 16 dómsnevndarstig)

 

Um tú ikki sást framførsluna hjá Jóhonnu Norðberg Niclasen í Melodi Grand Prix-finaluni, so kanst tú síggja hana her:

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650