Hugburðsbroyting um kynsleiklutir á arbeiðsmarknaðinum

Hugburðsbroyting um kynsleiklutir á arbeiðsmarknaðinum
Tað er ikki mongdin av kvinnuligum handverkarum ella manligum skræddarum, sum skal broytast, men hugburðurin, sigur Helene Pristed Nielsen, adjungeraður lektari á Setrinum
Bárður Thomsen
Ranja Rúnadóttir Danielsen, klædnaatstøðingur, heldur, at tað hevði verið stuttligt at sæð fleiri dreingir á seymibreytini
08.04.2025 - 19:24

Í sambandi við, at Helene Pristed Nielsen er endurútnevnd adjungeraður lektari á Setrinum, helt hon í dag fyrilesturin "Kyn og stereotypur í arbeiðslívinum" í Kongshøll á Vestaru Bryggju.

Tá man kemur á eitt ellisheim, væntar man at møta kvinnuligum heilsustarvsfólkum og einum byggiplássi, væntar man at síggja manligar hondverkarar.

Hetta eru dømir um kynsstereotypur á arbeiðsmarknaðinum.

 

Men skulu vit hava endaliga javnstøðu á økinum?

"Nei, ikki neyðturviliga, men hugburðurin til hvat kyn "eigur" at velja hvat yrki, skal broytast".

Tað sigur Helene Pristed Nielsen, adjungeraður lektari á Setrinum.

 

"Vit skulu hava eitt opið kjak um hvat tað er sum ger, at yrki eru kynsdominerað og gera tað lættari at velja eitt yrki, ið vanliga ikki hoyrir til títt kyn."

Helene Pristed Nielsen hevur verið ráðgevi í donsku verjuni. Hon hevur tosað við kvinnur í herinum, sum fingu at vita frá lestrarvegleiðarum, at herfólk kundi hon ikki blíva, tí hon var kvinna.

Eisini sigur hon, at tá kvinnur og menn velja yrkir, ið víkja frá stereotypunum, mugu tey nærum verja sína avgerð, tí fólk seta serliga nógvar spurningar til tað.

Helene Pristed Nielsen saknar eitt opið samfelagskjak um samfelagsstrukturarnar, sum skapa kynsstereotypurnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473