Lyra setti stigamet

Lyra setti stigamet
Lyra setti stigamet fyri eitt føroyskt fimleikalið í altjóða kapping, tá kvinnurnar úr Ljósinum kappaðust í World Cup II stevnuni í Kanada um vikuskiftið
Føroya Fimleikasamband
Lyra til steypakapping fyrr í ár
28.04.2025 - 17:46

Lyra endaði á 5. plássi í World Cup-kappingini í Kanada, aftanfyri tvey finsk og tvey estisk lið.

Tað eydnaðist kvinnuliðnum úr Ljósinum at koma upp á 24.05 stig. Tað er stigamet fyri eitt føroyskt fimleikalið í altjóða kapping.

Í finaluni gekk upp aftur betur. Tá fekk Lyra 24.4 stig.

 

Rósan og Mira eisini góð úrslit

Kvinnuliðið úr Støkk, Rósan, kappaðist eisini í World Cup II. Tær gera sonevnt short program - ein styttri seria við eitt sindur linari krøvum. Rósan endaði nummar tvey av trimum liðum, ikki langt aftanfyri italsku vinnararnar.

Triðja føroyska kvinnuliðið er Mira úr Havnar Fimleikafelag. Tær vunnu altjóða kappingina Easter Cup, ið var hildin í Danmark. Í finaluni megnaðu tær at fáa sítt besta úrslit higartil við næstan 24 stigum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713