Nærum eingin valfepur í Runavíkar kommunu

Nærum eingin valfepur í Runavíkar kommunu
Umval verður í Runavíkar kommunu um átta dagar, týsdagin hin 13. januar, men tað sæst ikki aftur í býarmyndini
05.01.2026 - 19:16

Tað sæst ikki aftur í býarmyndini í Runavík, at tað verður kommunuval - umval - um átta dagar, tí einki sæst til nakra valplakat í býarmyndini, og eingin valfundur er enn á skránni, hóast umvalið verður í næstu viku.

Umvalið verður týsdagin tann 13. januar, eftir at táverandi landsstýrismaður í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, í november í fjør gjørdi av, at umval skuldi vera í kommununi í samband við, at ákæra varð reist móti einum fólki fyri valsvik á kommunuvalinum 12. november 2024. 

Men spurningurin er, hvørt tað verður umval um átta dagar ella ikki, tí fimm býráðslimir í Runavíkar kommunu; teir eru Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Tóri Højgaard, varaborgarstjóri, Sigrun Jónsveinsdóttir, Petur Hansen og Jóhan Vest hava stevnt Fíggjarmálaráðnum, eftir at Løgmálaráðið er niðurlagt, og tí skal Føroya rættur í morgin taka støðu til, hvørt stevningin skal hava steðgandi virknað fyri umvalinum ella ikki.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531