Myllurnar hjá SEV umvælast ella beinast burtur

Myllurnar hjá SEV umvælast ella beinast burtur
Vindmyllurnar hjá Sev í Húsahaga standa stillar, og tær fara ikki at mala aftur fyribils
03.02.2026 - 19:14

Tær smáu myllurnar hjá Sev góvu annars eitt gott íkast, inntil tær brádliga fóru at ganga fyri. Og nú eru tað bara stóru myllurnar hjá Magn/Lív og Effo/Vindrøkt sum mala í Húsahaga.

Bogi Bech Jensen, sum er formaður í dótturfelagnum hjá Sev, sum eigur smaú myllurnar, sigur at myllurnar ikki eru egnaðar til oyggjasamfeløg við saltráka og slævnari luft.

Felagið setti tí trý alternativ upp. 
Eitt er at umvæla og betra myllurnar við serligari bjálving, eins og gjørt við eina myllu í Neshaga. 
Næsta loysnin var at seta tríggjar stórar myllur upp í staðin og triðja loysnin var at koyra felagið á húsagang, taka myllurnar burtur og slætta økið aftur.

Skulu tríggjar stórar myllur setast upp, so skal ein mastur hjá Føroya Tele flytast, og tí ynskir Sev heldur at umvæla myllurnar. Tað er bíligasta og besta loysnin, um felagið ikki skal koyrast á húsagang.

Men ein treyt er, at felagið sleppur at varðveita prísin, sum annars skuldi setast niður, tá nøkur ár vóru farin. Tað er einasti háttur at fíggja ætlanina.

El-veitingareftirlitið skal geva loyvi til hetta, men hevur enn ikki svarað dótturfelagnum hjá Sev.

Bogi Bech Jensen vónar, at tað verður innan tvær vikur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585