Ung vilja verja yngri børn á netinum

Ung vilja verja yngri børn á netinum
Ungdómstingið samtykti við stórum meiriluta 14 ára aldursmark at brúka sosialar miðlar og at eiga snildfon. - Vit mugu taka ábyrgd, siga 14 ára gomlu uppskotsstillararnir
05.02.2026 - 20:06

Vanliga eru tað vaksin, ið leggja fram lógaruppskot, men í hesari vikuni hava ung roynt seg á politiska pallinum. Ungdómstingið samtykti millum annað at seta 14 ára aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum. - Vit vilja verja yngri børn, siga uppskotsstillararnir, sum ganga í 8.flokki. 

- Vit noyðast at taka ábyrgd

"Fyrst og fremst vilja vit verja børnini. Vit vita, at tað er skaðiligt - tað hava vit hoyrt ofta. Og vit vita, at foreldur sjálv eru bundin av fartelefonini, so tey klára ikki at taka ábyrgd og seta mørk. Tí máttu vit taka ábyrgd og gera tað fyri tey". 

Tað sigur Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal, sum gongur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hon og floksfelagarnir Filip av Reyni, Bára Biritudóttir Biskopstø og Hjørdis Sjóvará Bentsen hava verið umboð fyri skúlan, nú ungdómsting hevur verið á skránni. 

Ung kjakast í Breddanum

Rákið at seta aldursmark á sosialar miðlar sæst kring allan heim. Og nú hava føroysk ung altso yvirhálað okkum vaksnu við at samtykkja aldursmark at brúka sosialar miðlar og snildfonir.

Tað bleiv viðgjørt í Breddanum, har fýra næmingar, sum vóru í ungdómstinginum, luttóku í sendingini. Eisini varð spurt, hvørji útlit eru fyri, at vit fáa eitt veruligt lógaruppskot um aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum. Allur Breddin kann hoyrast her: Aldursmark á sosialar miðlar

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742