
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyvíkingar vístu onga náði í hálvfinalunum ímóti KÍF. Í Kollafirði skutu teir 41 mál, og á heimavølli komu teir heilt upp á 46.
- Við tí avrikið, sum H71 fremur, við at skora somikið nógv mál ímóti KÍF og vinna 41-26 og 46-29, spæla teir seg í favorittleiklutin væl og virðiliga, segði Sjúrður Hildarson Hoydal í 3-2 mánakvøldið.
- Teir hava eisini vunnið báðar dystirnar ímóti Kyndli í ár, har tað ikki varð ordiliga spennandi, helt hondbóltsviðmerkjarin.
Málverjin hjá Kyndli rósti eisini talentmaskinuni í Hoyvík, sum ár eftir ár mennir ein góðan spælara fyri og annan eftir.
- Tú mást taka hattin av fyri teimum. Pínadoy teir stilla sterkt hvørt ár og ár eftir ár. Liðið, sum vit spældu ímóti í finaluni í fjør (FM-finalunum, sum Kyndil vann, blaðm.), situr í stóran mun á beinkinum í ár. Teir eru ikki so frægt sum í start-seks nú. Teir bara leggja afturat, og tað er kvalitetur omaná kvalitet, so tað verður tungt, men alt ber til, segði Tórður Skorheim Guttesen eftir tryggja sigurin hjá Kyndli á Neistanum í seinnu hálvfinaluni á Hálsi.
Kyndil kann arga
Í tí heilt unga endanum hevur Boas Ellefsen á Skipagøtu spælt nógv, og í eldra endanum er Peter Krogh byrjaður aftur og umboðar superrutinuna saman við Helga Hildarson Hoydal. Tí er torført at steðga hoyvíkingum, sum hava møguleikar í yvirflóð.
Er tað nakar, sum kortini kann gera tað, er tað Kyndil, heldur Sjúrður Hildarson Hoydal.
- Teir spældu øgiliga væl ímóti Neistanum, og serliga Tobias Thisen eydnaðist væl. Kyndil dugdi øgiliga væl at spæla Tobias í góðar støður og tvídystir, og tá eru fáir í Føroyum, sum fáa steðgað honum.
Steypafinalurnar verða vístar beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Byrjað verður at senda frá dystinum við kvinnum millum VÍF og Kyndil klokkan 16.30 og frá mansfinaluni millum Kyndil og H71 klokkan 19.30.