Sjálvstýri ger enn eina roynd

Sjálvstýri ger enn eina roynd
Seinasta løgtingsval rakk Sjálvstýri ikki innum tinggátt. Flokkurin ger nú enn eina roynd
Fotografur: Brian Samson
Formaðurin í Sjálvstýri harmaðist seinasta løgtingsval, tá ið flokkurin ikki rakk innum tinggátt, men ger aftur nú eina roynd.
26.02.2026 - 19:24

Sjálvstýri er til reiðar til løgtingsvalið, sum verður hósdagin 26. mars.

Flokkurin leggur nú seinastu hond á valskránna, sum m.a. sigur seg fara at arbeiða fyri ognarskatti á býli, sum ikki verða brúkt sum bústaður.

Sambært seinastu veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin, stendur flokkurin til at fáa 2,9 prosent av atkvøðunum, sum kortini ikki røkkur innum tinggáttina.

Seinasta løgtingsval vóru tær 940 atkvøðurnar hjá flokkinum ikki nóg mikið til at sleppa framat valdinum. Tá fekk Sámal Petur í Grund flestar atkvøður. Hann fekk 264 atkvøður. Kristin Michelsen fekk næstflestar, 258 atkvøður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328