Primasnús heldur enn pensjónsaldur

Primasnús heldur enn pensjónsaldur
Løgtingið hevur í dag samtykt tvey mál við 3. viðgerð. Eykajáttan til H-bygningin og ein teknisk broyting av vørunummarinum av snúsi. Pensjónsaldurin dettur hinvegin burtur
03.03.2026 - 19:32

Løgtingið avreiddi í dag málið um at játta 33,8 milliónir til H-bygningin, og at broyta vørunummarið á Primasnúsi.

Hóast fýra onnur mál lógu klár til triðju viðgerð, millum annað hækkan av pensjónsaldrinum, vórðu tey ikki á skránni í dag. 

Tingfundurin vardi bara í fimm minuttir. Málini vóru skjótt avgreidd, tí einki orðaskifti var.

Fyrra málið var at játta 33,8 milliónir til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, og hitt ein tøknilig broyting at broyta vørunummarið á Primasnúsi. Bæði málini vóru samtykt.

Tá ið val varð útskrivað í síðstu viku, vóru 23 løgtingsmál, sum vóru komin í løgtingið, men sum ikki vóru liðug viðgjørd. Av teimum vóru seks, sum vóru samtykt við aðru viðgerð og vóru klár til triðju viðgerð.

 

Samd um hetta

- Eg fekk áheitan um at fáa avgreidd hesi bæði málini. Eg tosaði við formansskapin og flokkarnar um tað, og vit vóru samd um at gera tað, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.

Hini málini, sum lógu klár til triðju viðgerð, vóru heilsutrygdarlógin, har innkrevjing skuldi flytast til Taks at umsita, løgtingslóg um heilivág, har nágreinast skuldi, at ferðandi kunnu hava við sær heilivág til landið, eftirlønarlógin, sum gevur fólkið, sum hava fingið framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, høvi at fáa útgjald av eftirlønarsamansparing  áðrenn almenna pensjónsaldurin, og so málið um at hækka pensjónsaldurin, sum samgongan annars samtykti við aðru viðgerð fyri góðari viku síðani.

- Vit mettu, at vit bara skuldu seta hasi bæði málini á skrá og ikki nakað annað, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Løgmaður onga viðmerking

Á heimasíðuni hjá løgtinginum stendur, at:

"Vanligt er, at tá val er útskrivað, heldur alt tað vanliga tingarbeiðið uppat, og tað verða bert viðgjørd mál, sum tað er neyðugt at viðgera."

og víðari:

"Løgtingið hevur fullar heimildir til at viðgera mál fram til valdagin. Tað er tí einki til hindurs fyri, at Løgtingið eftir, at løgmaður hevur skrivað út val, kemur saman til at viðgera mál, sum ikki kunnu bíða, til nýggja tingið tekur við."

Vit ætlaðu at spyrja løgmann, hví snúsmálið var so týdningarmikið at fáa avgreitt nú, meðan nógv onnur mál, sum fleiri helst meta eru týdningarmikil mál, ikki komu á skrá.

Løgmaður hevði ikki møguleika at gera viðmerking í dag.

 

Nógv uppskot detta burtur

Tað liggja nógv lógaruppskot eftir, sum nú detta burtur. Tilsamans er talan um 20 lógaruppskot frá landsstýrinum, sum nú ikki blíva til nakað - hóast tey liggja í løgtinginum. 

Úr rúgvuni av málum, sum nú detta burtur, kunnu vit nevna

- lógaruppskotið um at hækka pensjónsaldurin

- lógaruppskotið um fíggjarpolitiskt regluverk

- uppskotið um veðurlagslóg

- lógaruppskotið um at tryggja bráðfeingis bústaðir til ukrainsk flóttafólk

- lógaruppskotið um at hækka samsýningina til fosturforeldur

- lógaruppskotið um miðlastuðul

- lógaruppskotið um at geva kommununum loyvi at seta upp vakmyndatól

Harumframt eru onnur mál hjá landsstýrinum, sum detta burtur, áðrenn tey yvirhøvur komu í løgtingið. Her kunnu vit nevna úr rúgvuni:

- málið um at stytta arbeiðsvikuna

- lógaruppskotið um leigustuðul

- lógaruppskotið um at avmarka stutttíðarleigu

- lógaruppskotið um at seta eina skaðanevnd fyri ferðsluna

- lógaruppskotið um at byggja sambýlið Birtulíð í Miðvági til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum og fólk við menningartarni

- uppskotið um eina føroyska farsóttarlóg (fyri eitt øki, sum varð yvirtikið 1.januar 2024)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363