Hallur Danielsen: - Vit høvdu brúk fyri høllini, so tað er dupultmoralskt

Hallur Danielsen: - Vit høvdu brúk fyri høllini, so tað er dupultmoralskt
Hallur Danielsen úr HSF heldur, at tíðin er farin frá føroyskum umboðum á Fólkatingi, men er tó glaður fyri tey 10 prosentini av fíggingini fyri Tjarnir, sum danir játtaðu
24.03.2026 - 19:17

 - Tíggju prosent av hesi høllini eru fíggjað av danska Fólkatinginum. Tað høvdu vit saktans klárað sjálvi, tað ivist eg ikki í, men tað er veruleikin. Men um alternativið var, at høllin ikki kom, so hevði eg heldur viljað fingið tey 10 prosentini. Vit høvdu brúk fyri hesari høllini.

Tað sigur Hallur Danielsen úr Hondbóltssambandi Føroya.

Samstundis sum hann fegnast um glæsiligu umstøðurnar og flottu úrslitini hjá føroysku hondbóltslandsliðunum, sum nú hava spælt sínar heimadystir við Tjarnir í eitt ár, heldur hann, at tíðin er farin frá, at Føroyar hava umboð á Fólkatingi.

 - Tey grugga arbeiðið í føroysku politisku skipanini, har ein stórur meiriluti er farin undir at royna at finna eina tjóðarsemju til tess, at Føroyar kunnu fáa teir altjóða limaskapir, sum Føroyar hava brúk fyri og tær uttanríkispolitisku heimildirnar, sum føroyska politiska skipanin hevur tørv á, sigur Hallur Danielsen millum annað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025