Tolið er uppi hjá vestmenningum: Velja lokalt fyri at fáa tunnil

Tolið er uppi hjá vestmenningum: Velja lokalt fyri at fáa tunnil
Vallutøkan er góð longu frá morgunstundini í Vestmanna, og serliga eitt mál fyllir nógv hjá vestmenningum: Vestmannatunnilin
Kristina Sundstein Borgarlíð
26.03.2026 - 14:55

Vestmenningar vóru tíðliga á fótum í morgun.

Innan fyrsta hálva tíman høvdu longu 15 prosent av teimum, ið hava valrætt, verið á vali. 

Eitt mál gongur aftur í samrøðunum við veljarar, og tað er Vestmannatunnilin. 

 

Stór ónøgd

Ónøgdin er stór, eftir at Vestmannavegurin enn eina ferð varð stongdur í hálkuni í gjár.

Hetta hevur fingið fleiri at rópa varskó og seta krøv um betri samferðsluloysnir. 

Vit fingu orðið á Bjørg á Rógvi, limur í valstýrinum í Vestmanna.

Hon varð spurd, um tað er sannlíkt, at vestmenningar fara at velja lokalu valevnini, kanska serliga við atliti at trupulleikunum við koyrilíkindunum, og um hetta kann ávirka, hvar krossurin verður settur. 

– Tað er ringt at vita. Vit vita sjálvandi ikki, hvat fólk atkvøða, men eg haldi, at tolið er uppi nú. Nú vilja tey hava henda tunnilin, sigur Bjørg á Rógvi. 

Vit hittu eisini nakrar veljarar, áðrenn teir fóru inn at seta krossin. Felags fyri fleiri teirra var, at tað er partvíst umráðandi at velja eitt umboð fyri bygdina. Kortini var tað ikki avgerandi hjá øllum, hvar krossurin endaði.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598