Færri villur í Vestmanna

Færri villur í Vestmanna
Liljan Müller gleddist um stríðsandan hjá VÍF í 29-27 tapinum í fyrstu FM-finaluni, men um vestmenningar skulu vinna mikukvøldið, skulu villurnar verða færri, segði hon
26.04.2026 - 18:27

Stríðsandin hjá VÍF sást ígjøgnum allan dystin í tapinum fyri Kyndli á Hálsi í Havn, har fyrsta FM-finalan endaði 29-27 til heimaliðið.

Bæði í fyrra hálvleiki, tá VÍF bjóðaði av á vøllinum og á máltalvuni, og ímóti endanum, tá tær gulu næstan fingu spenning í aftur.

 - Vit kempa alla tíð, og enda við at tapa við tveimum málum, og tað vísir, at vit alla tíðina trúðu upp á tað og royndu, alt tað vit kundu, segði Liljan Müller.

Tað gekk javnt á fyri steðgin, men Kyndil skoraði trý tey seinastu málini í fyrra hálvleiki, sum endaði 16-13, og tað bygdi heimaliðið á eftir steðgin, tá munurin onkra løtu vaks upp í seks.

Ímóti endanum eydnaðist VÍF at minka um munin niður í bert tvey mál, men tá var tíðin mestsum farin, og tí skulu vestmenningar helst vinna á heimavølli mikukvøldið fyri at halda lív í FM-vónini.

 - Vit skulu gera færri villur, og so skal betur "flow" vera í spælinum hjá okkum, segði Liljan Müller.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392