Vit vóru ikki klárar frá byrjan

Vit vóru ikki klárar frá byrjan
Kyndil vann fyrstu FM-finaluna á VÍF, men tað tók sína tíð at sleppa undan vestmenningum. - Vit vóru ikki klárar frá byrjan, segði Silja Geirsdóttir Eystberg
26.04.2026 - 18:21

Kyndil vann trygt á VÍF í fyrstu FM-finaluni á Hálsi í Havn.

Heimaliðið var frammanfyri við tveimum málum, 29-27, tá klokkan rakti tíman, men leiðslan var heilt uppi á seks málum onkra løtu, og sigurin var ikki í vanda.

Men spælið hjá Kyndli var ikki sannførandi fyri steðgin, tá VÍF var ágangandi og hekk í.

 - Vit vóru ikki heilt klárar frá byrjan. Tær komu við nógvari ferð, og vit blivu tiknar á bóli, segði Silja Geirsdóttir Eystberg eftir dystin.

Kyndil fekk trý tey síðstu málini fyri steðgin og fóru í skiftirúmið frammanfyri 16-13, og í seinna hálvleiki fingu tær grønu meir ferð á.

Turið Arge Samuelsen skoraði átta av sínum 12 málum eftir steðgin, og munurin kom upp á seks mál, áðrenn hann tódnaði niður aftur í tvey til endans.

 - Nú eru vónandi tveir dystir eftir, og nú skulu vit bara vera klárar til næsta dyst, segði Silja Geirsdóttir Eystberg, sum skeyt fimm mál fyri Kyndil.

Onnur FM-finalan verður spæld í Vestmanna mikukvøldið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847