Samandráttur: - Ein stór gleði og ein lætti at vinna FM

Samandráttur: - Ein stór gleði og ein lætti at vinna FM
Við teprum sigri á VÍF í fjórðu FM-finaluni tryggjaði Kyndil sær føroyameistaraheitið og greipuna eftir spennandi finalurøð ímóti vestmenningum
07.05.2026 - 15:13

- Ein stór gleði og ein lætti. 

Soleiðis lýsti Turið Arge Samuelsen kensluna, eftir at Kyndil hevði tryggjað sær FM-heitið og harvið greipuna við sigri á VÍF í Vestmanna í fjórðu finaluni millum liðini.

Eisini hesin dysturin var bæði harður og spennandi, og tær gulu góvu alt, tær høvdu, fyri at fylgja við favorittunum úr Kyndli.

Tær vóru bara á odda 1-0 og 2-0, men tær góvust ongantíð at renna aftaná, og tí varð dysturin ikki avgjørdur fyrrenn í seinasta minuttinum, tá Turið Arge Samuelsen skoraði til 30-28.

 - Kensuborið, kann eg siga tað, segði Bjarta Osberg Johansen, tá hon var biðin um at lýsa støðuna við einum orði. Sterka strikan hjá Kyndli kann nú gevast við góðari samvitsku.

 - Hetta er heilt fantastiskt. Ein góður máti at enda upp á, staðfesti hon.

Kvinnurnar hjá Kyndli hava nú vunnið 10 meistaraheiti og átta steypakappingar tilsamans.

 

Høllin í Vestmanna (SMS-deildin, 4. FM-finalan)

VÍF - Kyndil, 28-30 (14-17)

Toppskjúttar, VÍF: Fríða Nolsøe Olsen 9, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 7

Toppskjúttar, Kyndil: Turið Arge Samuelsen 12, Joan Johannesen 4

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870