KAKUMiKS-vinnarakakan er nú til sølu

KAKUMiKS-vinnarakakan er nú til sølu
Nú er møguligt at smakka vinnarakøkuna úr KAKUMiKSi
Kakan hjá liðnum “Hini tú veit” er ein valnøtulagkøka við róma, kaffiglasuri og sjokolátubitum. 
08.05.2026 - 13:36

Fyri eini viku síðani varð vinnarin av KAKUMiKSi funnin, og nú hevur tú møguleikan at smakka vinnarakøkuna. 

Kakan, sum liðið “Hini tú veit” vann við, er nú til sølu hjá Kondittarí Marietta og Gómagott


Bjarti Karbech í Hjøllum og Mattias Malunarson Brøðraberg við liðnavninum Bakistjørnurnar, vóru eisini við til at døma til finaluna.

Kakan er ein heiður til listamannin Trónd Patursson og listaverkið í Eysturoyartunlinum, sum var íblásturin hjá báðum liðunum í finaluni. 

Hon kostar 279 krónur og verður til sølu allan mai mánað hjá Kirstini og Olevinu. Eins og í fjør verða 10 prosent av søluni latin til Barnabata. 

 
(Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð) 

Tað var ein spennandi finala í KAKUMiKSi. Liðini høvdu bæði gjørt sær stóran ómak við kakunum, men tá vinnarin skuldi finnast, vóru tað systkinabørnini Nomi og Thor, sum vunnu heiðurin sum vinnarar av ársins KAKUMiKSi! 

(Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð) 

Niðanfyri sært tú fráklipp úr finaluni, sum ikki komu við í sjónvarpið. Har tosar vinnaraliðið millum annað við listamannin Livar Nysted. 

 

Danny Baldursson úr fyrstu sesongini ringir eisini inn við góðum ráðum til Kanelsniglarnar. 

 

Hevur tú ikki sæð finaluna, kanst tú síggja hana her: 
KAKUMiKS-finalan
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091