Blái Krossur savnar eina góða millión til fyribyrging

Blái Krossur savnar eina góða millión til fyribyrging
Landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi er av, og peningurin er kærkomin, tí tørvurin er vaksandi á fyribyrgjandi tilboðum, sigur aðalskrivarin.
12.05.2026 - 19:24

Ein góð millión er tað, sum landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi væntandi fer at geva.

Og peningurin er kærkomin.

Tí tørvurin á hjálp til avvarandi, sum uppliva rústrupulleikar í heiminum, er vaksandi, sigur Edva Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi.

Og tað er hetta fyribyrgjandi arbeiðið, sum peningurin fer til. 

Kafein er til ungdómin

Hollywood er kafein hjá Bláa Krossi, sum heldur til á Niels Finsensgøtu í Havn.

Tað er millum annað her, at peningurin frá landsinnsavnanini hjá Bláa Krossi kemur til sín rætt. 

Kafein er eitt frítt og avslappað stað hjá ungum at vera í frítíðini.

Ymisk tiltøk eru á skrá, til dømis verður skipað fyri borðspælskvøldið hvørt mikukvøld og leygarkvøld.

Og tað hevur alstóran týdning, at tey ungu hava trygg og góð støð at vera í Havnini, sigur Sanna Hjaltalin Delgado, leiðari.

 

Tørvurin er vaksandi

Meðan nógv arbeiði verður lagt í kafeina, so fer peningurin eisini til viðgerðarmøguleikar til avvarandi, sum uppliva rústrupulleikar í heiminum.

Og her er peningurin serliga kærkomin, tí tað eru fleiri og fleiri ung, sum leita sær hjálp í Bláa Kross, sigur Edva Jacobsen.

Títt rúm er eitt tilboð, sum veitir børnum, ungum og familjum viðgerðir. Tað eru til dømis samrøður við sálarfrøðing ella bólkaprát við onnur í somu støðu. 

Og spyrt tú Alisu Hammer, sum er dagligur leiðari, so er eingin ivi um, at arbeiði ger mun.

- Um tað er nakað, sum eftirmetingarnar vísa, so er tað, at børn og ung hava tørv á at møta øðrum í somu støðu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164