Eg havi fingið pláss at vera tann eg eri

Eg havi fingið pláss at vera tann eg eri
Liðfelagarnir hava givið mær pláss fyri at vera tann, eg eri, og hava givið mær nógvar av bestu løtunum í mínum lívi, segði Rói Berg Hansen, sum spældi sín síðsta landsdyst
16.05.2026 - 21:56

Ein søga var skrivað longu frammanundan, líkamikið um Føroyar vunnu sær HM-pláss ella ikki ímóti Bosnia Hersegovina við Tjarnir leygarkvøldið.

Rói Berg Hansen hevði kunngjørt, at hann spældi sín síðsta dyst á landsliðnum, og lukkutíð fekk vongurin tann endan, ið bæði hann og mandslandsliðið høvdu uppiborið. 

Eftir stenda nógv flott ár við Merkinum á bringuni, og drúgvi vongurin kundi lata seg fagna av føroysku áskoðarafjøldini eftir 33-28 sigurin, sum sendi Føroyar aftur til endaspæl í Týsklandi.

 - Eg havi tað øgiliga gott, men hetta er sorgblítt. Ótrúliga rørandi, og eg havi svølgt nógvar klumpar í hálsinum, segði Rói Berg Hansen.

 

Teis fer at leingjast

Vinmaður og kamarsfelagi á mongum ferðum til dystir úti í heimi - millum annað til tvey EM-endaspøl - Teis Horn Rasmussen fegnaðist um, at HM-plássið var tryggjað, men var ikki glaður fyri at skula siga farvæl við Rói Berg Hansen á landsliðnum. 

 - Tað eri eg ótrúliga keddur av, segði strikuspælarin.

 - Eg eri rørdur av at síggja umgangin, sum hann fær her, men tað er fult uppiborið. Ein maður, sum hevur gingið á odda, tá tað ikki altíð hevur gingið so væl í føroyskum hondbólti og víst vegin fyri nógvar av okkum. Tá tað krevur hart arbeiði, instensitet og loyalitet, so hevur hesin maðurin verið undangongumaður. Eg komi sgu at sakna hann, segði Teis Horn Rasmussen um vinmannin, sum nú takkar fyri seg.

 - Tað hevur verið verðins nemmasta arbeiði at verið á hesum landsliðnum. Hetta eru vinmenn, sum eg havi fyri lívið, og tær bestu løturnar, sum eg havi havt, havi eg havt saman við fleiri teirra, so tað hevur verið natúrligt hjá mær at verið tann, eg eri, og tað hava teir eisini givið pláss fyri, tí eg haldi heldur ikki, at eg altíð eri so forb***** nemmur at vera saman við, segði Rói Berg Hansen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762