Neyðugt at umvæla Skansan sum skjótast

Neyðugt at umvæla Skansan sum skjótast
Skansin í Havn er nú so illa farin, at Tjóðsavnið og Landsverk ávara um skaðar á múrverkinum. Støðan er somikið álvarsom, at partur av Skansanum stendur til at rapa
18.05.2026 - 20:32

Skansin í Havn verður mettur sum ein av fremstu fornminnum í Føroyum, og er einasta skansaverk av sínum slag í landinum.

Sambært søguni skal Magnus Heinason hava staðið fyri at byggja fyrsta skansan umleið ár 1580 fyri at verja Havnina móti sjórænarum og fremmandum álopum.

Men nú er støðan við múrverkinum so álvarsom, at Skansin stendur til at rapa. 

Múrverkið flytur seg
Tjóðsavnið og Landsverk hava í fleiri ár fylgt gongdini á Skansanum.

Á norðursíðuni er eitt strekki upp á 10 til 12 metrar, har múrverkið bæði er sjúnkað og bølgnað einar 20 til 30 sentimetrar út, og fleiri steinar í niðastu laðingini eru losnaðir.

Eisini á suðursíðuni er eitt strekki illa farið, har ein stórur bjølgur er komin á múrverkið.

Girðingar settar upp
Støðan varð mett at vera somikið álvarslig, at avgjørt varð at seta girðingar upp kring tey mest vandamiklu økini, so fólk ikki fáa skaða, skuldi múrverkið rapa.

Ein roynd varð gjørd í 2021 fyri at kanna, hvussu múrverkið best kundi umvælast.

Tá varð millum annað roynt við nýggjari drenskipan og ein serligari blanding av mørtli varð brúkt at fuga við, tí vanligt betong verður ikki mett at egna seg til slíkt gamalt múrverk.

Tjóðsavnið metir, at royndirnar eydnaðust væl, men kortini er neyðugt at ráðføra seg við uttanlands serfrøðingar, áðrenn endalig støða verður tikin til arbeiðsháttin frameftir.

Kann taka fleiri ár
Tjóðsavnið og Landsverk mæla til, at farið verður undir bráðneyðugar umvælingar á norður- og suðursíðuni sum skjótast.

Tá tað arbeiðið er liðugt, verður neyðugt at halda fram við at umvæla restina av múrverkinum á Skansanum.

Landsverk metir, at arbeiðið verður bæði kostnaðarmikið og fer at taka fleiri ár, men enn er ov tíðliga at siga, hvat endaligi kostnaðurin verður fyri at umvæla Skansan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980