Zacharias Heinesen 90 ár: - Lívið hjá mær er at mála

Zacharias Heinesen 90 ár: - Lívið hjá mær er at mála
Frá ungum árum bleiv leiðin slóðað og nú Zacharias Heinesen er vorðin 90 ár, málar hann enn hvønn dag
21.05.2026 - 19:33

Hvønn morgun klokkan átta er Zacharias Heinesen at finna í atelierinum í Dalagøtu í Havn.

Eisini nú hann hevur rundað tey 90 árini.

- Lívið hjá mær er at mála, sigur Zacharias Heinesen, við penslinum í hondini.

 

Hátíðarhalda runda dagin

Á Listasavninum gera tey klárt til at hátíðarhalda runda dagin.

Dagmar Winther er savnsvørður á Listasavninum, og er við til at rigga til.

- Tað gera vit, tí Zacharias Heinesen er ein so stórur partur av tí føroysku listasøguni.

Hon lýsir Zacharias Heinesen sum ein listamann, ið ikki stendur í stað.

- Hann hevur ment ein ógvuliga eyðkendan stíl, men hevur eisini allatíðina arbeitt víðari.

 

Listamaður av ungum árum

Listaliga leiðin hjá Zachariasi byrjaði tíðliga. 

Sum tann einasti av trimum beiggjum valdi hann vegin, sum pápin slóðaði fyri honum.

Hann minnist aftur á tíðina beint eftir heimsbardagan. Familjan var í Keypmannahavn og vitjaði listaháskúlan, har bæði Mikines, Ingálvur og Ruth Smith hava gingið. Tá letur í pápanum:

- Her skal Zacharias einaferð ganga. Og tað bleiv soleiðis, sigur Zacharias Heinesen við einum smíli.

 

Meira enn myndlistamaður

Zacharias Heinesen er serliga kendur fyri málningarnar hjá sær, men so er tað eisini tað, sum ikki øll vita um hann.

Sum útbúgvin snikkari hevur hann fingist við rekavið, og so er hann eisini maðurin aftanfyri listina á okkara pengaseðlum.

Listaliga hevur hann verið víða um, og hann hevur ongar ætlanir um at leggja pensilin frá sær.

- Eg havi hoyrt um ein málara í Fraklandi. Tey siga um hann, at hann doyði við staffeiliið. Soleiðis vil eg eisini hava tað.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Hósdag 23. juli
RagnarRokk:Esben Willems um Neverending
209731
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097