Úr Asia til Føroya at giftast

Úr Asia til Føroya at giftast
Tá tað ikki var gjørligt at giftast í Asia, komu Jing Hua og Muhan allan vegin til Føroya at siga endaliga ja til hvørja aðra
29.05.2026 - 19:23

Jing Hua og Muhan hava ferðast langt fyri kærleikan.

Í heimlondunum Kina og Singapor kunnu samkynd nevniliga ikki vígast, og tí er tað vanligt, at samkynd pør ferðast til evropeisk lond at giftast.

Sjálvar hava tær valt Føroyar sum staðið at siga endaliga ja til hvørja aðra, og tað er ikki heilt av tilvild.

Í fjør vitjaði Muhan Føroyar. Hon var bergtikin av oyggjunum og helt at tær vóru so mikið vakrar, at her vildi hon giftast við Jing Hua.

Hóast lógin í heimlondunum forðar teimum at gerast hjún har, so er hugburðurin millum fólk ein annar.

Sambært Jing Hua eru fólk í Singapor ógvuliga rúmlig og vælkomandi yvir fyri LGBT-felagsskapinum.

Í Kina er tað eitt sindur øðrvísi. Tey góðtaka samkynd, men tey tola ikki, at tað er sjónligt í almenna rúminum. 

Hóast Muhan og Jing Hua nú eru løgfrøðiliga giftar í Føroyum, so er hjúnabandið ikki viðurkent, tá tær eru heima aftur.

Men sambært teimum er tað ikki umráðandi. Tað er fyri kærleikan, at tær giftast, og alt hitt kemur í aðru røð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053