Byggiverkætlanir fyri milliardir til aðalráðini

Byggiverkætlanir fyri milliardir til aðalráðini
Nøkur aðalráð skipa eina byggieind í ráðnum, nú Verkætlanardeildin hjá Landsverki verður niðurløgd, meðan onnur aðalráð flyta byggiuppgávurnar út á ein stovn í ráðnum
14.07.2026 - 19:24

Aðalráðini stríðast um starvsfólkini á Landsverki, nú stovnurin bløðir og Verkætlanardeildin verður niðurløgd.  

Aðalráðini skulu nú vera bæði eigarar og byggiharrar, tá ið bygt verður.

Nú Landsverk ikki longur fer at taka sær av hesum uppgávunum, royna aðalráðini at finna loysnir.

Í Almanna- og bústaðarmálaráðnum, verður økið lagt til Almannaverkið, í Heilsu- og orkumálaráðnum verður tað Sjúkrahúsverkið, ið tekur sær av uppgávuni, meðan Mentamálaráðið fer sjálvt at taka sær av uppgávuni.

 

Sigurð Ó. Vang í Almannaverkið

Almannaverkið hevur verið skjótt úti og sett leiðaran á Verkætlanardeildini í Landsverki í starv.

- Ein stjóri hjá okkum fór úr starvi, og vit hava gjørt avtalu við Sigurð Ó. Vang, um at hann verður settur í fyribils starv sum rakstrarstjóri hjá okkum, sigur Hjørdis S. Mortensen, stjóri í Almannaverkinum.

Hann skal serliga taka sær av byggimálum í stovninum.

 

Jacob Vestergaard gjørt broytingar

Tað var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Vinnumálum, sum herfyri kunngjørdi, at tað er ein politisk avgerð um at broyta skipanina, soleiðis at ráðini bæði skulu vera eigarar og byggiharrar. 

Hann segði seg ikki hava álit á Landsverki, tá ið talan var um byggimál.

 

Kampus-verkætlanin 

Mentamálaráðið skal nú taka sær av stóru Kampus-verkætlanini, sum helst fer at kosta meira enn eina milliard krónur.

J&K Petersen vann fyrra part av tí uppgávuni. Teirra tilboð var 349 milliónir krónur.  

- Vónandi eydnast at fáa verkætlanarlógina fyri løgtingið í september ella oktober, og at arbeiðið kann byrja stutt eftir tað, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.

Prosjekteringin til seinna part av verkætlanini, Frælsið 20, sum er gamli Venjingarskúlin, verður væntandi liðug um ársskiftið, sigur aðalstjórin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423