G! 2026: "Um nakað skal henda í einari bygd, so mugu øll hjálpa til"

G! 2026: "Um nakað skal henda í einari bygd, so mugu øll hjálpa til"
"Eg geri alt tað, ið eingin annar tímur at gera," sigur Svend Olsen, sum hevur hjálpt til við G! festivalinum síðani byrjanina í 2002. Tónleikur hevur ikki hansara áhuga
16.07.2026 - 14:56

Hvørt ár, síðani G! festivalurin bleiv settur á stovn í 2002, hevur Svend Olsen hjálpt til við at fyriskipa festivalin. 

Í ár er einki undantak. 

Hetta hevur Svend Olsen gjørt, hóast tónleikurin ikki sigur honum tað allarminsta. 

"Um nakað skal henda í einari lítlari bygd, so mugu øll hjálpa til," staðfestir Svend Olsen, ið ger alt tað, sum onnur ikki tíma at gera. 

"Nú er tað Víkingur, ið hevur til uppgávu at seta festivaløkið upp og taka tað niðuraftur, so tað er eitt sindur ymiskt, hvør arbeiðsgevarin er," sigur Svend. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334