Kommunufelagið verjir havnargjøldini

Kommunufelagið verjir havnargjøldini
Kommunufelagið mótmælir harðliga ætlanini hjá landsstýrinum at strika gjøldini, sum strandfaraskipini rinda kommunalum havnum. Felagið minnir á 17 ára gamla niðurstøðu
06.10.2026 - 19:25

Talan er um brot - bæði á stýrisskipanarlógina og sjálva grundlógina. Soleiðis ljóðaði ávaringin frá távernadi Innlendismálaráðnum afturi í august 2009, tá landsstýrið við lóg vildi strika havnagjaldið, sum skipini hjá Strandferðsluni rinda til kommunalar havnir í Føroyum. Innlendismálaráðið vildi tí ikki gera lógaruppskotið.

Lógaruppskotið, sum tá var partur av einum spariátaki hjá landsstýrinum, bleiv tí flutt yvir í Fiskimálaráðið, har tey ikki hildu tað vera nakran trupulleika at leggja uppskotið fyri tingið. Lógaruppskotið bleiv lagt fyri tingið 4. november 2009, men tikið aftur bara eina viku seinni. Tá segði landsstýrismaðurin, at undirtøka var ikki fyri tí í samgonguni. 

Politiska samansetingin var júst tann sama í 2009 sum í dag, nú líknandi lógaruppskot aftur er lagt fyri tingið. Samgongan er ABC og landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard..

Hesaferð er tað hansara Vinnumálaráð, sum blástemplar lógaruppskotið, sum skal spara Strandferðsluni sjey milliónir krónur í havnargjaldi frá kommunalu havnunum, fyrst og fremst í Havn, men eisini á Sandi og í Hvannasundi. Ikki eitt orð verður nevnt um niðurstøðuna hjá táverandi Innlendismálaráði .

Lógaruppskotið hevur ikki verið til hoyringar, men Kommunufelagið ger longu nú greitt, at felagið kann als ikki taka undir við tí. 

-Eg dugi ikki at síggja, hvat er broytt síðani 2009, stýrisskipanin og grundlógin eru so ikki broyttar, sigur Torbjørn Jacobsen, sum lýsir støðuna at vera margháttliga.

Jacob Vestergaard var gestur í sjónvarpsstovuni í kvøld.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342