Bygdarlív

Bygdarlív 2 - Porkeri
25-10-2026
- føroysk sendirøð frá 2006

Porkeri hevur eins og restin av Suðuroynni kent sviðan av umfatandi arbeiðsloysinum har suðuri seinastu árini. Fólkatalið í bygdini hevur verið støðugt minkandi sum avleiðing av stóru fráflytingini úr oynni, og enn røkist lítið og onki fyri nakrari broyting. Kortini tykjast porkenningar sum heild at hava eina vón um, at aldargamla bygd teirra aftur fer at menna seg sum frálíður. Fyritreytin fyri hesum er tó, at fleiri arbeiðspláss verða útvegað í bygdini, og at oyggin verður skipað sum ein kommuna. Á vitjan okkara í hesi snøggu og hugnaligu bygdini hitta vit ein hóp av fyrikomandi og fryntligum porkenningum, ungum sum gomlum, - og sjálvandi eru vit eisini við, tá onkur av teimum tiltiknu stóru og feitu veðrunum verður flettur. Er tað nakað, Porkeri er kent fyri, ja, so er tað júst veðrahald. Lagt til rættis: Leivur Hansen og Zacharias Hammer.

Bygdarlív

Sjónvarpið vitjaði í 2006 átta útvaldar bygdir kring landið til tess at geva umheiminum eina mynd av, hvat rørir seg har, tað veri seg vinnuliga, mentanarliga og sosialt.

Leivur Hansen, Zacharias Hammer og Hallur Thomsen løgdu sendingina til rættis.

- føroysk sendirøð frá 2006
25-10-2026
- føroysk sendirøð frá 2006
18-10-2026