- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Firouz Gaini er professari í antropologi og granskingarleiðari á Søgu og Samfelagsdeldini á Fróðskaparsetrinum. Hann granskar serliga í mentanarligum og samfelagsligum broytingum í smáum oyggjasamfeløgum. Í framløguni hugleiðir Firouz Gaini um áhugan, sum fólk og samfeløg hava fyri havbotninum.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











