Bygdarlív

Bygdarlív 3 – Skálavík
08-11-2026
- føroysk sendirøð frá 2006

Føroysk sendirøð frá 2006.

Ein lítil, men lívlig bygd. Soleiðis upplivdi ferðalið okkara triðstørstu bygdina í Sandoynni, Skálavík, tá vitjað varð har suðuri um dagarnar. Fleiri fólk eru í seinastuni flutt til bygdina - og onnur eru á veg. Td. er útivið helvtin av 13 nýggjum sethúsastykkjum longu umbiðin av fólki aðrastaðnis frá – og tað er fyrst og fremst ætlaða Sandoyartunnilinum fyri at takka. Ein onnur forkunnug byggiætlan er í umbúnað, sum uttan iva fer at seta Skálavík á Føroyakortið sum eina av fremstu bygdunum í landinum, tá um trivna og frítíð ræður. Hon snýr seg um eina høll við svimjihyli og hondbóltsvølli, sum eisini skal kunna brúkast til samkomur, møti, konsertir o.a. Talan er um eina gávu til heimbygdina frá fyrrverandi reiðaranum og skiparanum Eiler Jacobsen. Ungmannafelagshúsið Keldan er sum er karmur um flestu tiltøkini í bygdini, og í sendingini eru vit bæði við til mótaframsýning og dansiundirvísing. Vit vitja í skúlanum og í eldrasambýlinum - og eru sjálvandi eisini til handils. Í royndum okkara at lýsa hesa grønu bygdina við teimum mongu spjøddu býlingunum, hitta vit bæði fróðar menn og kvinnur. Eisini leita vit upp fjarskotnu og gomlu bóndahúsini í Norðrasta Haga, har bóndin og bóndakonan í Dalsgarði vanliga búleikast hesa árstíðina í sambandi við heystskurðin.

Leivur Hansen, Zacharias Hammer og Bjørg M. Andersen løgdu til rættis.

Bygdarlív

Sjónvarpið vitjaði í 2006 átta útvaldar bygdir kring landið til tess at geva umheiminum eina mynd av, hvat rørir seg har, tað veri seg vinnuliga, mentanarliga og sosialt.

Leivur Hansen, Zacharias Hammer og Hallur Thomsen løgdu sendingina til rættis.

- føroysk sendirøð frá 2006
16-11-2026
- føroysk sendirøð frá 2006
08-11-2026
- føroysk sendirøð frá 2006
25-10-2026
- føroysk sendirøð frá 2006
18-10-2026