Lendisakfør loyvd á alfaravegi

08.06.2012 - 13:53
Lívsstílur
Lendisakfør loyvd á alfaravegi
Innlendismálaráðið og Akstovaan, hava gjørt broytingar í ferðslulógini, so skrásett lendisakfør nú kunnu koyra á almennum veg

Nakað av nýggju lógarbroytingini sæst her: Løgtingið hevur samtykt broytingar í ferðslulógini, sum loyva skrásettum lendisakførum at koyra á ella tvørtur um veg í sambandi við yrkisligan flutning, til ella frá ella millum arbeiðsøki. Flutningurin skal tá fara fram á stytst møguligum strekki. Lógin kemur í gildi tann 1. juni 2012. Lendisfarandi akfar, verður sambært ferðslulógini allýst sum eitt motordrivið akfar á 4 hjólum ella fleiri við eini eginvekt yvir 190 kg. Motororkan skal vera størri enn 15 kW (20,4 hk). Akfarið skal vera útgjørt við last ella viðførisbera. Fyri at kunna koyra eitt skrásett lendisakfar, krevst koyrikort til antin bil (bólkur B) ella motorsúkklu (bólkur A) og sostatt er 18 ára aldursmark galdandi. Førari og ferðandi á lendisakfari skulu, meðan koyrt verður, nýta góðkendan og fastspentan fallhjálm við hjálmglugga og góðkenda ryggverju. Á lendisakfari mugu ikki vera fleiri fólk enn akfarið er ætlað til. Børn, yngri enn 8 ár, mugu ikki vera á lendisakfari.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV