Javnvág er endamálið

10.04.2013 - 12:08
Lívsstílur
Javnvág er endamálið
Vreiði, ótta, og kærleika kenni eg aftur í øðrum, men bara tí eg innihaldi tað sjálv. Og bundinskapur at atferðini hjá øðrum gevur trupulleikar.

Soleiðis sigur Marry Hjelm, gestaltterapeutur. Fyrsta dagin verður hon endaliga liðug við útbúgvingina, sum hon<br />
hevur tikið eftir fimm árum og hevur kunnað praktiserað alment, síðan hon varð liðug við triðja árið. Marry Hjelm hevur eina fortíð sum leiðari og HR-mennari, so virksemi hennara umfatar eisini fyritøkur.<br />
Prátið er um útbúgvingina og ymiskt í menniskjalyndinum, vreiði, ótta, kærleika, bundinskap, og annað. Eisini verður nomið við fyribrigdi sum konflikt og samskifti.<br />
Gestaltterapi er ein grein av psykoterapi og harvið ein alternativ viðgerð í sinnisheilsu. Tað vóru Fritz og Laura Perls, sum mentu gestaltviðgerina í tíðarskeiðnum frá 1940 til 1970. Bæði høvdu útbúgving sum psykoanalytikarar.<br />
Nærri vitan fæst á marryhjelm.com

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV