Tað óhugsandi hendi

07.06.2013 - 18:01
Lívsstílur
Tað óhugsandi hendi
Hol kom á ovurstóra bingjuskipið Emmu Mærsk, beint áðrenn tað skuldi sigla gjøgnum Suezveitina 1. februar í ár. Vit tosa við elektrikaran umborð

Um mánaðarskiftið januar/februar kom hol á heimsins størsta bingjuskip, Emmu Mærsk, ið er 400 metrar til longdar og tekur 3.500 bingjur, av teimum eru 1000 køli- og frystibingjur. Sjógvurin fossaði inn í skipið. Ongin av manningini fekk mein. Tilburðurin fór fram við Suezveitina.

Umborð er altíð ein elektrikari, sum hevur frystibingjurnar um hendi og henda óvanliga túrin var tað Gissur Vestergaard úr Øravíkarlíð á Tvøroyri, ið var mynstraður við sum elektrikari.

Tað eru føroyingar, sum føra Emma Mærsk, ið verður umvæld í Palermo á Sisiliu. Enn er óvist, nær skipið verður klárt at sigla aftur.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444