- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndirnar eru vardar av upphavsrætti
08.10.2013 - 15:31
Innlendis›Samfelag
Myndirnar eru vardar av upphavsrætti
Bygdarsavnið í Vági skal viðurkenna, at myndir hjá Ellen Dahl, fotografi, eru vardar av lógini um upphavsrætt, sigur Føroya rættur

Føroya rættur hevur dømt Vágs Sóknar Bygdarsavn at viðurkenna, at myndirnar hjá Ellen Dahl, fotografi, eru vardar av lógini um upphavsrætt.
Tað merkir, at gomlu myndirnar hjá myndakvinnuni ikki kunnu brúkast uttan loyvi frá eftirkomarnunum eftir myndakvinnuna.
Stríðið tók seg upp, tá eftirkomararnir gjørdust varugir við, at Vágs Sóknar Bygdarsavn brúkti myndir hjá Ellen Dahl á heimasíðuni, uttan at hava spurt um loyvi.
Hetta snúði seg um at fáa staðfest upphavsrættin, sigur Rógvi N. Johansen, sum er talsfólk fyri eftirkomararnar.
Dennis Holm, formaður í nevndini fyri bygdarsavnið, hevur ongar viðmerkingar til málið.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Radio SALT og KVF: Kvøldseta á Drelnesi við undirhaldi og frásøgn 15. apríl
207183
Nýggjastu sendingar í SV














