Talgild undirskrift: Taks ger fyribilsskipan

10.10.2013 - 11:05
InnlendisSamfelag
Talgild undirskrift: Taks ger fyribilsskipan
Talgilda undirskriftarskipanin skuldi koma í 2007, men einki er hent. Nú hevur Taks mist tolið
Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, hevur mist tolið við myndugleikunum um talgildu undirskriftina, sum skuldi koma í 2007

Taks ger nú sítt egna logg-inn, tí stovnurin kann ikki bíða eftir talgildu undiskriftini, sum landsstýrið hevur arbeitt við í áravís.

Talgilda undirskriftarskipanin var partur av Visjón2015, sum var løgd fram í juni 2006. Tá varð tíðarfreistin sett til at vera í 2007. Men enn er ongin undirskrift komin, og nú hevur Taks mist tolið.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur, at besta loysnin er ein felags talgild undirskrift, og hann væntar og vónar, at skipanin verður klár í 2015.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454