Landsverk mótarbeiddi privatu tunnilsætlanini

16.10.2013 - 18:29
Innlendis›Politikkur
Landsverk mótarbeiddi privatu tunnilsætlanini
Kari P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, hevur svarað landsstýrismálanevndini, sum kannar Kára P. Højgaard í tunnilsmálinum

Kári P. Højgaard finst hvassliga at Landsverki í frágreiðing sínari til landsstýrismálanevndina. Landsverk mótarbeiddi privatu tunnilsverkætlanini, sambært frákoyrda landsstýrismanninum.

Tað skrivar hann bæði í frágreiðingini til landsstýrismálanevndina og í samskiftinum seinastu dagarnar í Innlendismálaráðnum

Hóast Landsverk er ein fakmyndugleiki, og ikki ein politiskur stovnur, so vildi og vil Landsverk enn, sambært Kára P. Højgaard, hava ein tunnil og brúgv tvørtur um Skálafjørðin, hóast henda loysn hvørki hevur politiska undirtøku ella undirtøku millum fólk.

Landsstýrismálanevndin kannar í løtuni, um Kári P. Højgaard afturhelt upplýsingar frá Landsverki fyri løgtinginum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723