Vanligu orðabøkurnar ótíðarhóskandi

14.11.2013 - 10:23
List›Bókmentir
Vanligu orðabøkurnar ótíðarhóskandi
Sprotin gevur nú út eina orðabóka-app til teldlar og snildtelefonir við 13 orðabókum

Ert tú í iva um, hvussu eitt orð verður bent, kanst tú nú fáa svarað ivaspurninginum á teldlinum ella snildtelefonini.

Sprotin gevur 13 orðabøkur út á einari orðabóka-app.

Í orðabóka-appini eru 10 orðabøkur millum føroyskt og onnur mál umframt tríggjar føroyskar orðabøkur.

- Vit hava altíð roynt at tillagað okkum nýggjastu tøknina, fyri veita brúkarum eina tíðarhóskandi tænastu, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum.

Appin er tøk á heimasíðuni hjá Sprotanum, og hon er ókeypis at brúka til 1. januar 2014.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037