V4 skemt komið í búðirnar

05.12.2013 - 10:37
Lívsstílur
V4 skemt komið í búðirnar
Á fløguni eru stívliga tveir og ein hálvur tími við skemtileikum frá størstu undirhaldssending í Føroya søgu nakrantíð.

Á fløgunum eru 33 skemtileikir, har Hermann Jacobsen er bindiliðið í øllum upptøkunum. Ein upptøka er við Dalla. Sjey brot eru við Palleba og Fossadun, sum ávikavist Hermann og Olivur Næss spældu.
Umframt teir báðar, so hoyra vit Hera Smith, Oskar Hermannsson, Elina Mouritsen, Óla Kurt Hansen, Sonna Smith, Gunvør Jensen, Flemming Samuelsen, Eyðun Johannesen, Niels Juel Arge og Ívar Iversen.
Hermt verður eftir kendum fólki, m.a. Jóhan Nielsen, Atla Dam, gamal landslæknanum, Erlendi Paturssyni og Jákup Frederiki Øregaard.
Martin Joensen hevur sniðgivið. Súni Selfoss hevur talgildað og Finnur Hansen hevur reinsað tilfarið. Forlagið Glint gevur út í samstarvi við Kringvarp Føroya.
Tórður Johannesarson hevur lagt til rættis.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444