Støðling av játtanum er ein vanlukka

06.12.2013 - 13:26
Innlendis›Vinna
Støðling av játtanum er ein vanlukka
Steinolvur Petersen, stjóri í byggifyritøkuni J&K Petersen, er forsyndaður inn á, at pengar, sum eru játtaðar til almennar íløgur í ár, ikki verða brúktar
Tað er ein vanlukkan fyri byggivinnuna, at góðar 140 mió. kr., sum vóru játtaðar á fíggjarlógini til almennar íløgur í ár, verða ikki brúktar

 

Landsverk hevur, við teimum 147 milliónunum, sum lupu av í fjør, 382,5 milliónir krónur til at gera eitt nú vegir, tunlar, havnir og byggja fyri í ár.

Men nú árið av álvara er farið at halla, er 36 prosent av játtanini ikki brúkt.

 

Ódugnaskapur

Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, heldur, at hundurin liggur grivin í politisku skipanini og ikki hjá Landsverki, ið ofta verður ákært fyri ódugnaskap, tí verkætlanirnar ikki verða settar ígongd.

Hann nevnir Skálavegin sum eitt ítøkiligt dømi um, hvussu politiska skipanin spennir bein fyri, at ein verkætlan kann fara ígongd.

Uttan mun til, hvør orsøkin er til at so nógvir játtaðir pengar ikki verða brúktir, so hevur tað ógvusligar avleiðingar fyri byggivinnuna, sambært Steinolvi Petersen, stjóra í J&K Petersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860