Um 40 ár verða vit 3.000 færri

17.12.2013 - 14:06
InnlendisSamfelag
Um 40 ár verða vit 3.000 færri
Hagstovan hevur gjørt nýggja framrokning. Um 40 ár verður livialdurin hjá kvinnum 88 ár og hjá monnum 84 ár

Næstu 40 árini fer fólkatalið í Føroyum at minka við umleið 3.000 fólkum.


Tað vísir ein nýggj framrokning, sum Hagstova Føroya hevur gjørt. Hagstovan brúkar til hesa meting ein nýggjan framrokningarhátt, sum byggir á gongdina í fólkatalinum síðani 1985.


Hagstovan væntar, at livialdurin hjá føroyingum hækkar næstu 40 árini. Tá rokna hagfrøðingarnir við, at meðal livialdurin verður 88 hjá kvinnum og beint oman fyri 84 ár hjá monnum.
 

Hoyr samrøðu við Jón Joensen, hagfrøðing, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444