Mpiri skal syngja opera

08.01.2014 - 10:45
Lívsstílur
Mpiri skal syngja opera
13. til 17 januar skal føroyska kórið í Keypmannahavn, Mpiri, luttakað í operuni "Alverden god Nat." Hetta verður í Operahúsinum í Keypmannahavn

Ensemblið, Figura, hevur tikið stig til operaina, Alverden God Nat.Tónasmiðurin í FIGURA, Peter Bruun er hann, sum hevur skrivað tónleikin. Rithøvundurin Ursula Andkjær Olsen hevur skrivað tekstin.
Jens Munk var danskur rannsóknarfari, sum danski kongurin Christian IV, sendi á ferð, eitt nú fyri at finna útnyrringsfarðleiðina. Munk gjørdi tríggjar royndir, sum allar miseydnaðust. Fyri hetta setii kongur hann í fongsul. Jens Munk skrivaði dagbók, og tað er á hesa dagbók, operain er skrivað.
Góðan Morgun Føroyar hevur tosað við Dánial Hoydal, sum hevur sungið við Mpiri, síðan kórið varð sett á stovn fyri 15 árum síðan. Hoyr samrøðuna her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444