Skiparar lúka ikki upptøkutreytirnar

17.03.2014 - 16:26
Innlendis›Samfelag
Skiparar lúka ikki upptøkutreytirnar
Í januar byrjaðu bert sjey næmingar í skiparaflokkinum á Vinnuháskúlanum

Óvanliga fáír næmingar byrjaðu á Vinnuháskúlanum í januar, tí meiri enn helvtin av umsøkjarunum leyk ikki upptøkutreytirnar.

Ein treyt er, at tú hevur í minsta lagi 18 mánaðar siglingartíð við skiåum yvir 20 bruttotons. Men tað er serliga siglingartíðin, sum vantar, sigur stjórin á Vinnuháskúlanum, Wilhelm Petersen.

Vanliga byrja 15-20 næmingar í hvørjum flokki, men í ár byrjaðu bert sjey næmingar at lesa til skipara.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723