Landsverk fer at endurnýta asfalt

12.04.2014 - 14:32
InnlendisSamfelag
Landsverk fer at endurnýta asfalt
Landsverk fer at gera íløgur fyri eina til tvær milliónir krónur, so at gamalt asfalt kann endurnýtast.

Endurnýtslan er bæði betri fyri umhvørvið, men eisini ein fíggjarligur vinningur fyri stovnin, sigur Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri infrakervi hjá Landsverki.

Frá 1. september fer Landsverk at áseta krøv í alt útbjóðingartilfar í samband við asfaltarbeiðir, um at møguligt avfresað tilfar altíð skal endurnýtast. Sum eina nýggja tænastu bjóðar Landsverk at taka ímóti avfresaðum asfalti í Hundsarabotni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112