- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fylgið dreymunum
Lions sum felagsskapur
Fullfíggjaða heiti felagsskapsins er The International Association of Lions Clubs. ?Lions? er ein stytting av slagorðunum: ?Liberty, Intelligence, Our Nation?s Safety?. Rakstrarrópið hjá Lions er sera beinrakið: ?We Serve?.
Lions felagsskapurin hevur síðan stovnanina í 1917 breitt seg um allan heimin, og hevur í dag næstan 1,4 milliónir limir í yvir 44.500 klubbum í meira enn 190 londum ella geografiskum umráðum.
Lions í Føroyum
Í 1948 kom Lions til Europa, har fyrsti klubbin varð chartraður í Stockholm 24. mars 1948. 15. september 1950 kom Lions til Danmarkar, tá Lions Club København varð chartraður.
Lions kom til Føroya 19. november 1966, tá Lions Club Tórshavn varð chartraður á hátíðarløtu í Kommunuskúlaaulini, har millum aðrar Hákun Djurhuus, løgmaður, Mogens Wahl, ríkisumboðsmaður, og Sigfred Skaale, borgarstjóri, vóru til staðar.
Niels Nattestad, forseti fyri Lions Føroyar og Barry J. Palmer, altjóða forseti vóru í útvarpsstovuni í morgun
Tak niður