Kanska byggja musikkskúlan uppí kommunuskúlan

17.04.2014 - 09:49
InnlendisPolitikkur
Kanska byggja musikkskúlan uppí kommunuskúlan
Nýggi musikkskúlin í Havn verður kanska heldur bygdur upp í Kommunuskúlan, nú tað verður so dýrt at byggja í Sortudíki við Norðurlandahúsið

Borgarstjórin í Havn heldur, at politikararnir hava skyldu til at umhugsa allar møguleikar, áðrenn endalig avgerð verður tikin um, hvar nýggi musikkskúlin skal liggja.
Hóast byggingin dýrkar nógv, er tað framvegis ætlanin at seta spakan í seinni í summar, sigur Heðin Mortensen, og leggur afturat, at arbeiðið verður boðið út fyrsta dagin.
Stóra eyka arbeiði av at byggja skúlan í sortudíki hevur havt við sær, at kostnaðurin er øktur úr 41,8 mio upp í 70 mio. Og sambært borgarstjóranum er tað ikki óhugsandi, at prísurin fer at økjast enn meir. Tí hava onnur støð verðið nevnd, ið eisini høvdu hóskað sera væl til ein slíkan skúla - eitt nú er upplagt at knýta musikskúlan uppí Kommunuskúlan í miðbýnum, heldur Heðin Mortensen
Heðin Mortensen vísir á, at økti kostnaðurin eigur ikki at koma óvart á nakran nú, tí allir partar í málinum eru vorðnir kunnaðir, so hvørt sum nýggir upplýsingar hava havt broytingar við sær. Tí undrast hann eisini yvir, at nevndin í musikskúlanum vil verða við, at tey stórt sæð ikki hava verið kunnaði um gongdina í málinum. Hett er ikki rætt, sigur borgarstjórin
Borgarstjórin skilur hinvegin væl, at fólk eru ørkymlað av, at nýggi musikskúlin verður so nógv dýrari enn ætlað. Tí fer hann nú at kalla inn til fund eftir páskir fyri at tryggja sær, at øll eru samd um, at skúlin skal byggast - um tað so verður í sortudíki ella sum til dømis ein partur av kommunuskúlanum
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444