- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsumstøðurnar úti av lagi vánaligar
Sunnleif Rasmussen hevur ikki góðar vónir um, at nýggjur musikkskúli verður bygdur í Havn í bræði. Í nógv ár hevur verið arbeitt við ætlanum um at byggja musikkskúla á fleiri ymiskum støðum í høvuðsstaðnum, men allar ætlanir eru dotnar niðurfyri.
Nú er vandi fyri, at seinasta ætlanin at byggja musikkskúla í Sortudýki eisini verður slept, tí skúlin verður ov dýrur. Kostnaðurin at byggja musikskúlan verður øktur úr 41,8 miljónum upp í 70 miljónir, um hann skal byggjast í Sortudýki. Tað er ov dýrt, heldur borgarstjórin í Havn, sum í staðin heldur tað vera upplagt at knýta skúlan upp í Kommunuskúlan í miðbýnum.
Sunnleif Rasmussen ivast í, um býráðið veruliga hevur ætlanir um at byggja nýggjan musikkskúla.
Borgarstjórin fer at kalla býráðið saman eftir páskir fyri at hoyra, hvørja støðu býráðslimir hava til, um skúlin skal byggjast, og hvar hann skal vera.
Tak niður