Pávin bað um frið

20.04.2014 - 14:37
Innlendis
Pávin bað um frið
Frans pávi heitti í páskamessu síni á Pæturstorginum í Rom á heimsins lond um at finna semju um frið

Vaktarmenn, kardinalar og 150.000 áhoyrarar vórðu savnaði til messuna páskadag, har pávin eisini vælsignaði øll heimsins fólkasløg.
Í røðu síni heitti tann argentinski pávin á altjóða samfelagið um at forða fyri harðskapi í Ukraina.
Vit biðja tykkum um at upplýsa og geva íblástur til átøk, ið kunnu fáa frið í lag í Ukraina, segði pávin av balkongini á Pæturstorginum. Hann nevndi eisini ringu støðuna í Sýrialandi og í Miðeystri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444