Maestro gevst sum dirigentur

23.05.2014 - 10:58
Lívsstílur
Maestro gevst sum dirigentur
Eftir nærum hálva øld, gevst Ólavur Hátún sum dirigentur í Havnarkórinum. Tað er bæði við sorgblídni og ikki, at eg gavist, sigur Ólavur Hátún

Diana Gilstón, kórsangari og Ólavur Hátún, kórleiðari í sendingini Góðan morgun, Føroyar
Longu áðrenn Ólavur Hátún í januar 1966 á fyrsta sinni stjórnaði Útvarpskórinum, tað, sum seinni varð til Havnarkórið, hevði hann í áleið 20 ár fingist við kórsang. Tí var tað ikki nakar óroyndur kórleiðari, sum Útvarp Føroya fekk til at fáa í lag upptøkur av føroyskum sangi til tað tá unga útvarpi.
Tann týdning Útvarpskórið og Ólavur fingu fyri føroyskan kórtónleik eigur ikki at verða undirmettur. Ein av orsøkunum til stóra áhugan fyri kórsangi í Føroyum í 1960?inum og frameftir er júst úrslit av, at tað í Føroyum hevur eydnast at byggja brúgv millum tann fólksliga sangin og kórtónleikin. Við Útvarpskórinum kom føroyskur kórtónleikur út í hvørja stovu í Føroyum.
Sjálvt um samstarvið við Útvarp Føroya helt uppat og kórið í 1973 skifti navn til Havnarkórið, so helt kórið fram sum tónleikaligt lokomotiv í føroyskum kórsangi. Serliga skula nevnast samstarvið sum kórið hevði við donsku tónlistamenninar Karl Clausen og Vagn Holmboe.
Tann fyrri ríkaði siðbundnan føroyskan sang við einari rúgvu av einastandandi kórútsetingum og hin seinni er at meta sum sjálv byrjanin til nýggjari føroyskan kórtónleik.
Havnarkórið hevur hesi 48 árini sum oftast verið mannað við teimum allarbestu sangarum í landinum. Hetta hevur eisini gjørt, at Ólavur og kórið hava kunna sett sær so sera høg mál øll árini.
Leygardagin kl. 16.00 fer Havnarkórið at markera at Ólavur gevst sum dagligur kórleiðari í Havnarkórinum. Konsertin, sum verður í Müllers Pakkhúsi, verður rópt "Aftureftirlítandi kórhugnaløta". Her fer kórið við Ólavi á odda at syngja sangir, sum á ein og annan hátt hava myndað sangskránna hjá kórinum hesi mongu árini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444